Í dag verður punktum sett fyri næstbestu norsku landskappingini í fótbólti. Tað er longu greitt, at Fredrikstad, har Mikkjal K. Thomassen er venjari og Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð eru millum spælararnar, hevur vunnið deildina og flytur upp í bestu deildina.
Í dag átti Fredrikstad heimavøll ímóti Jerv, sum í fjør spældi í bestu deildini, og sum aftur í ár er niðurflytari. Tað varð greitt, tá ið Jerv tapti 1-0 á útivølli ímóti Fredrikstad. Bæði Jóannes Bjartalíð ogBrandur H. Olsen vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Fredrikstad. Jóannes var á vøllinum alla tíðina, og Brandur varð skiftur út, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
Undan dagsins umfari valdi TV2 ársins lið í næstbestu deildini í Norra. Jóannes Bjartalíð var valdur at vera á liðnum, og lagt varð aftrat, at hann er besti spælarin í OBOS liguni, og at hann er besta keypið, sum nakað felag í deildini hevur gjørt í ár.
Næsta uppgávan hjá Brandi H. Olsen og Jóannesi Bjartalíð verður við føroyska landsliðnum. Fríggjakvøldið fara teir at spæla vinardyst ímóti Norra, og týsdagin í næstu viku verður punktum sett fyri landsliðsárið, tá ið Føroyar fara at spæla EM undankappingardyst á útivølli ímóti Albania.