Jóannes Bjartalíð fyri 25. ferð

11 av liðfeløgunum hjá framrættaða spælaranum í norskum fótbólti hava verið fleiri enn 25 ferðir á landsliðnum

Jóannes Hansen
20. juni 2023 kl. 17:10

Jóannes Bjartalíð verður í kvøld ímóti Albania á landsliðnum fyri 25. ferð. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 5. september í 2019, tá ið Føroyar á heimavølli taptu 4-0 ímóti Svøríki, og Jóannes Bjartalíð í 63. minutti avloysti Árna Frederiksberg, sum tá umboðaði B36.

Tølini siga, at tað eru spælarar við nógvur landsliðsroyndum, sum í kvøld eru á listanum hjá Håkan Ericson. Ellivu spælarar hava verið fleiri enn 25 ferðir á landsliðnum:

Flest dystir av teimum, sum eru á listanum ímóti Albania, hevur Jóan Símun Edmundsson spælt. Í kvøld verður hann fyri 79. ferð á liðnum.

Viljormur Davidsen hevur spælt 67 landsdystir, Sølvi Vatnhamar hevur spælt 65 landsdystir, og Gilli Rólantsson Sørensen hevur spælt 63 landsdystir.

Toppskjútti í hópinum í kvøld er Klæmint A. Olsen, sum hevur skorað 10 mál fyri Føroyar, og sum verður einsamallur føroyskur toppskjútti, tá ið hann aftur verður málskjútti. Rógvi Jacobsen og Klæmint A. Olsen hava verið Føroya fremstu málskjúttar, síðani Klæmint 15. november í 2021 javnaði til 2-2 í HM undankappingardysti á útivølli í Ísrael. Tveir minuttir seinni skoraði Ísrael 3-2 sigursmálið.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45. Dómari verður Chrysovalantis Theouli av Kypros.