Jóan Símun fer um teir 80

Álopsspælarin er tann triði føroyingurin í røðini, sum røkkur áttati landsdystum

Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 19:57

Jóan Símun Edmundsson er fremsti maður á føroyska liðnum í Póllandi í kvøld.

Hann er bara triði føroyski spælarin, sum røkkur so høgum dystartali.

Teir báðir, ið hava verið oftast á landsliðnum, eru Fróði Benjaminsen, sum hevur umboðað føðilandið 95 ferðir og Óli Johannesen, sum var 83 ferðir á landsliðnum.

32 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, sum nú umboðar KA Akureyri í Íslandi, var fyrstu ferð á landsliðnum 12. august í 2009, tá ið Føroyar taptu HM undankappingardyst ímóti Fraklandi á heimavølli 1-0.

Í 28. minutti varð Jóan Símun Edmundsson skiftur inn fyri Christian Lamhauge Holst, og í kvøld – 14 ár seinni – er Jóan Símun á landsliðnum fyri 80. ferð.