Joachim Prinsur um Heindrik: Vit bíða eftir svari

Í gjár boðaði kongahúsið frá í einum almennum tíðindaskrivi, at Heindrikkur prinsur var innlagdur á ríkissjúkrahúsinum...

Alda Nielsdóttir
29. januar 2018 kl. 17:10

Í gjár boðaði kongahúsið frá í einum almennum tíðindaskrivi, at Heindrikkur prinsur var innlagdur á ríkissjúkrahúsinum.

Heindrikkur prinsur hevði verið í Egyptalandi síðan 4. januar, og fyri nøkrum døgum síðani varð hann eisini innlagdur á einum sjúkrahúsi har, men nú er hann innlagdur á danska ríkissjúkrahúsinum. Kongahúsið vil ikki siga nær Heindrikkur kom aftur úr Egyptalandi, ella hví hann er innlagdur.

Heindrikkur prinsur hevur verið sjúkur nakrar ferðir seinastu árini. Í august í fjør mátti hann innleggjast fyri pínu í høgra beini, ið var komin aftaná einari skurðviðgerð í juli sama árið, og í heyst í fjør boðaði kongahúsið frá, at prinsurin er raktur av demens.

Sum tann fyrsti úr kongahúsinum at úttala seg, segði Joachim prinsur við JydskeVestkysten, at tey bíða eftir úrslitinum av ymiskum kanningum, og at hann ikki veit meira enn tað.

Eg skal sjálvandi inn og vitja hann, tað er avgjørt, segði Joachim prinsur við JydskeVestkysten.