Fyrrverandi forsetin í USA Jimmy Carter og kona hansara, Rosalynn Carter, hava verið gift í 75 ár. Í samrøðu við Good Morning America segði parið, at lykilin til eitt langt og eydnusamt hjúnaband er at geva hvørjum øðrum pláss til at gera síni egnu ting.
Hóast lykilin til eitt eydnusamt hjúnaband hjá teimum báðum er, at geva hvørjum øðrum pláss og frið til at hava síni egnu áhugamál, so hava tey eisini nógv áhugamál saman.
– Vit finna altíð upp á okkurt at gera saman. Okkum dámar væl at fiska og hyggja eftir fuglum, sigur Jimmy Carter í samrøðuni við Good Morning America.
Átrúnaður hevur eisini verið eitt ljós á gøtuni fyri parið gjøgnum ár og dag, og tað hevur hjálpt teimum at varðveitt og stimbrað eldhugan í einum til tíðir ferðamiklum gerandisdegi.
– Tá eg eri úti og Rose er heima, so vita vit, at vit bæði lesa tann sama tekstin í Bíbliuni, so hóast vit ikki eru saman í veruleikanum, so hugsa vit um sama tekst frá Guði. Tað hjálpir nógv at vita tað, sigur Jimmy Carter.
Jimmy Carter var forseti í USA frá 1977 til 1981.
Jimmy Carter er nú 96 ára gamal, meðan Rosalynn er 93 ára gomul. Tey vórðu gift tann 7. juli í 1946 og hava fýra børn.
Ein annar fyrrverandi forseti Bill Clinton og kona hansara, Hillary Clinton, vitjaði parið seinasta vikuskifti í sambandi við hálvrunda brúdleypsdagin.
Kelda: Good Morning America