Seinnapartin í morgin verður flytingarvindeygað afturlatið. Tí er tað næstu tímarnar, at feløgini hava møguleika at finna sær styrk. Tað, sum ikki verður undirskrivað næsta tóra samdøgrið, verður harvið. Flytingarvindeygað letur upp aftur í summar.
Í fyrsta umfari var ÍF í Klaksvík, og tað riggaði ikki væl hjá fuglfirðingum, sum vóru tannleysir í álopsspælinum.
Í dag boðar ÍF frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við álopsspælara, og at talan er um gamlan kenning.
ÍF boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við 26 ára gamla Jhon Mena, sum í fjør spældi við ÍF. Í fjør var hann við ú 25 dystum og skoraði fýra mál.
ÍF sigur soleiðis:
Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, hevur hann við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum gjørt hann til ein týdningarmiklan part av at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár.
Sunnudagin klokkan 15 fer ÍF at spæla heimadyst ímóti 07 Vestur.