Jet Time farið á húsagang

Felagið, sum fyrrverandi stjórin í Atlantic Airways, Jørgen Holme, er stjóri fyri, kneykraði ikki undir korona-kreppuni.

Sveinur Tróndarson
21. juli 2020 kl. 13:20

Danska flogfelagið Jet Time hevur júst boðað frá, at felagið hevur biðið um at vera viðgjørt sum eitt trotabúgv.

Tað stendur at lesa í einum tíðindaskrivi, sum varð almannakunngjørt fyri nøkrum fáum minuttum síðan.

Jet Time er áhugavert í Føroyum av teirri orsøk, at ovasti leiðarin í felagnum er fyrrverandi stjóri í føroyska flogfelagnum. Jørgen Holme tók við sum stjóri í Jet Time stutt eftir, at hann var farin úr starvi í Atlantic Airways.

Tað er korona-kreppan, sum er orsøkin til húsagangin, og í tíðindaskrivinum stendur, at korona-kreppan hevur havt stóra ávirkan á flogvinnuna kring allan heim. Hóast flogførini hava staðið still hevur felagið havt útreiðslur, men tá ongar inntøkur eru, hongur ikki saman longur.

- Tí hevur hetta í dag kroyst okkum til at søkja um trotabúsviðgerð, skrivar felagið í skrivinum.

Jørgen Holme, forstjóri, sigur, at felagið hevur gjørt alt fyri at yvirliva stongsulin og stóra missin av inntøkum, men kortini er nevndin komin til ta niðurstøðu, at har er ikki annað at gera hjá felagnum enn at fara í gjaldssteðg.

Avgerðin hevur við sær, at leiðslan fer frá og ein kurator tekur við ábyrgdini.

Jørgen Holme verður tó ikki arbeiðsleysur fyri tað.

Sambært einum øðrum tíðindaskrivi, sum Lars Thuesen, ið átti Jet Time, er partur av virkseminum hjá felagnum fluttur yvir í eitt annað felag, sum eitur Jettime, og sum varð stovnað fyri kortum. Ein lítil partur av starvsfólkunum flytir við, teirra millum Jørgen Holme.