Jeremy Renner komin illa til skaða

Amerikanski Hawkeye sjónleikarin, Jeremy Renner, er komin illa til skaða í sambandi við, at hann ruddaði kava uttan fyri hjá sær sjálvum. Støðan er hættislig, sigur umboðsfólk hansara

Mynd: Wikimedia
Steinar Patursson
3. januar 2023 kl. 14:53

Amerikanski sjónleikarin, Jeremy Renner, hevur verið undir skurð, eftir at hann var fyri vanlukku, tá hann ruddaði fyri kava heima hjá sær sjálvum í Nevada.

Umboðsmaðurin hjá Renner sigur, at hóast skurðviðgerðin av Renner er av, er støðan hjá sjónleikarum hættilislig.

USA varð hart rakt av kavaódnum um nýggjársvikuskiftið, og fleiri enn 60 fólk hava latið lív í sambandi við kavaódnirnar.

Sum skilst var Jeremy Renner og ruddaði kava við kavaplógv, tá hann onkursvegna hevur fingið álvarsamar skaðar í bringuna og ”ortopediskar” skaðar, sum BBC skrivar.

Undan vanlukkuni hevði Renner lagt út mynd av kavanum á sosialar miðlar, har hann gjørdi greitt, at kavin við Lake Tahoe var ikki at spæla við.