Jensa tapti ímóti Brøndby
Jensa Tórolvsdóttir og liðfelagar hennara tapti eftir at hava verið frammanfyri í hálvleikinum
Fanhard Antonsson Skoradal
29. mai 2023 kl. 20:17
Jensa Tórolvsdóttir og liðið hjá henni, Thy-Thisted spældu í dag ímóti Brøndby í Gjesidige Ligaen, sum er besta danska kvinnudeildin. Brøndby vann dystin 3-2, eftir at Thisted-Thy var í odda 2-1 í hálvleikinum. Jensa byrjaði inni, og spældi næstan allan dystin. Hon bleiv útskift í 84. minutti.
Miðvallarin á føroyska landsliðinum skifti í vetur úr Víkingi til Thy-Thisted, sum í løtuni liggja á einum sætta plássi í meistarabólkinum í Gjesidige Ligaen. Síðani skiftið, hevur hon leikt átta dystir fyri felagið.
Næsti dystur hjá Jensu og Thy-Thisted verður leygardagin, tá tær skulu spæla á útivølli ímóti FC Nordsjælland.