Jensa og Mona settu flott punktum í Brøndby

Thy ThistedQ vann í dag ímóti toppliðnum á Brøndby stadion

Jóannes Hansen
16. desember 2023 kl. 23:43

Føroysku landsliðsspælararnir í fótbólti Jensa Tórolvsdóttir og Mona Rasmusardóttir hava síðstu mánaðirnar roynt seg í kvinnuliðnum hjá Thy ThistedQ í Jyllandi. Liðið hevur síðani 2018 verið í bestu deildini, men í heyst hevur úrtøkan ikki verið so góð. Tað ber við sær, at liðið ikki verður millum seks tey fremstu, sum í vár fara at spæla um DM.

Thy ThistedQ fer at kappast í endaspæli fyri aftur at vinna pláss ímillum tey fremstu. Í tí kappingini vera føroysku spælararnir ikki við í. Tær flyta nú aftur til Føroya. Um tær aftur fara at spæla við Víkingi er ikki greitt enn.

Hóast tað ikki hevur gingið so væl í heyst, so hava úrslitini seinastu ferðirnar verið góð, og í dag setti liðið av álvara trumf á. Tær vóru á útivølli í Brøndby, og Thy ThistedQ vann 3-2 ímóti toppliðnum. Heimadystirnir hjá Brøndby kvinnunum plaga ikki at vera á stadion, har besta mansliðið eigur heimavøll, men soleiðis var tað í dag.

Brøndby var tvær ferðir á odda, men síðstu løtuna svaraðu gestirnir aftur, tá ið tær bæði javnaðu og skoraðu sigursmálið.

Hvørgin av føroysku spælarunum var millum tær fyrstu ellivu, men Jensa Tórolvsdóttir varð skift inn í 2. hálvleiki, tá ið støðan var 2-1 til heimaliðið. Jensa varð skift inn í álopið, og hon var uppií, tá ið Thy ThistedQ skoraði tvey tey síðstu málini og vann 3-2.