Jens Meinhard Rasmussen verður stjóri á Smyril Line

Nevndin í Smyril Line hevur heitt á Jens Meinhard Rasmussen, um at halda fram sum stjóri í felagnum. Jens Meinhard hevur játtað seg at halda fram sum stjóri

Sigurjón Einarsson
10. mai 2021 kl. 15:46

Hann skuldi bara vera fyribilsstjóri fram til nevndarfundin, sum varð hildin fríggjadagin.

Tá aðalfundurin hjá P/F Smyril Line varð hildin fríggjadagin, vórðu Arne Joensen, Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Jens Meinhard Rasmussen valdir inn í nevndina, har nevndin skipaði seg við Tummas Justinussen sum formanni.

Nevndin hevur síðani nevndarfundin heitt á Jens Meinhard Rasmussen, um at halda fram sum stjóri í felagnum, og Jens Meinhard hevur nú játtað seg at halda fram.

Jens Meinhard takkar fyri álitið.

- Eg eri glaður fyri álitið at standa á odda fyri Smyril Line og øllum dugnaligu starvsfólkunum, ið starvast her. Hetta er ein fyritøka, ið eg kenni væl. Eg havi verið í nevndini síðan 2008 og nevndarformaður síðan 2011, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line, í einum tíðindaskrivi frá Smyril Line.