Jens Martin er nú HB venjari

HB hevur sett Jens Martin Knudsen at venja málverjarnar

Jóannes Hansen
10. januar 2024 kl. 21:26

Í fjør var hann venjari hjá FC Hoyvík. Tað er hann ikki longur, men Jens Martin Knudsen verður framvegis venjari í høvuðsstaðnum.

Hann er fluttur oman í Gundadal.

HB veit at siga, at felagið hevur sett Jens Martin Knudsen at vera málmansvenjari hjá Betri monnum, sum tað verður sagt. Harvið er venjaratoymið hjá monnum fullsett til komandi kappingarári, sigur HB í kvøld.