Jens Lisberg syngur Elvis á heimavølli

Leygarkvøldið 29. september verður heiðurskonsert í Salt á Drelnesi

Tíðindaskriv
23. september 2018 kl. 13:52

Bjóðað verður nú til nostalgiskt tiltak í Salt, har Jens Lisberg saman við tónleikarum og dóttrini Kristel Lisberg sum gesti, heldur heiðurskonsert fyri Elvis Presley.

Í 2017 vóru 40 ár síðani Elvis andaðist, men tónleikaligi arvurin livir tó víðari í øllum góðum. Tí var hetta hildið at vera eitt gott høvi, at gera eina heiðurskonsert fyri Elvis. Áhugin vísti seg at vera stórur, og tríggjar konsertir vóru hildnar fyri fullsettum húsum á Reinsarínum í Havn, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum. Afturmeldingar vóru sera góðar og tí var farið undir fyrireikingar at halda eina konsertfinalu í Salt, har løg eftir Elvis Presley verða tulkað.

Á konsertini verða spæld løg eftir Elvis, har ferðast verður millum rock ‘n’ roll, country, swing og gospel. Somuleiðis verður sagt frá ímllum løgini, har vit hoyra stuttar søgur og viðmerkingar til lívið og tónleikin hjá Elvis.

Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum og serliga heimbygdini Tvøroyri. Elvis Presley hevur altíð fylgt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski, at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd.

Kristel Lisberg hevur havt fleiri løg á føroysku tónleikatindunum, og fleiri minnast kanska serliga væl hennara framførðslu á Dansk Melodi Grand Prix í 2016.

Lagt verður eftir, at liggja tætt uppat upprunaframførðslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag. Ynskið er, at konsertin skal vera ein góður møguleiki, at minnast aftur á tað tónleikamentan, sum Elvis legði eftir seg. Somuleðis er hetta ein góður møguleiki, hjá forvitnum lurtarum, at lata upp hurðina til tónleikin hjá Elvis. Tí sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.

Tað eru royndir tónleikarir, sum Jens Lisberg hevur afturat sær, bæði innan country, jazz, rock og kór. Manningin til konsertina verður: Jens Lisberg, sang, Elspa Samuelsen, kórsang, Malan Hansen, kórsang, Torbjørn Lisberg, tangentar, Sámal Lindenskov, guitar, Ólavur Øster, guitar, Heini Fosaa, trummur ogJóhan Martin Jacobsen, bass

Konsertin verður í SALT 29. september klokkan 20.