– Nú byrjar ferðin uppá hægsta fríttstandandi fjall í heiminum, Kilimanjaro. Túrurin er partur av størri ætlan at klára uppá Aconcagua, sum er hægsta fjall uttanfyri himmalaja.
Soleiðis skrivar Jens Jákup Hansen á sínum Facebook-vanga, nú hann er farin av landinum, og hevur sett kós móti Afrika.
Hann hevur sett sær fyri at ganga uppá tey hægstu fjøllini í Afrika og Suðuramerika, Jens Jákup – ella Jensjáku, sum hann eitur í dagligari talu, og fyrsta avbjóðingin verður at koma uppá hægsta fjallið í Afrika, Kilimanjaro, ið liggur Tansania, nærhendis markið til Kenja í Eysturafrika.
Kilimanjaro er 5.885 metrar høgt.
Ferðin er ein fyrireiking til komandi uppgávuna, sum er sett á skrá til januar í 2024, tá Jens Jákup ætlar sær at ganga uppá hægsta fjallið í Suðuramerika, Aconcagua, sum er 6.960,80 metrar høgt.
Sjálvur sigur hann, at fyrireikingarnar til ferðina uppá Aconcagua ganga væl.
– Eg gangi langar túrar í fjøllunum, sovi í tjaldi og venji í venjingarmiðstøð, men fólk søgdu við meg, at mátti fara at venja meg við at ganga í hæddunum, tí tað er neyðugt at royna, hvussu kroppurin klárar hæddirnar, so tí byrja vit við Kilimanjaro, sum ikki er eitt fjall man skal undirmeta, men er eftir umstøðunum lætt at ganga niðan á, skrivaði Jens Jákup á sínum Facebook-vanga í januar í ár.
– Eg brúki høvið at vísa á, og samla pengar til ADHD-felagið. Ansi væl eftir tykkum, meðan eg eri burtur, skrivar miðvingurin í dag, nú hann fór við Atlantsflog til Danmarkar.
– Tit fáa stuttar filmar so hvørt, lovar Jens Jákup okkum.
Til ber at stuðla ADHD-felagnum á konto: 9181-5785172
Jens Jákup Hansen heilsar upp á flogskiparan, Jákup Winther Lauritsen, undan fráferðini til Danmarkar, nú Jens Jákup hevur sett kós móti Afrika og Kilimanjaro (Mynd: Jens Jákup Hansen/privat)