Jens Ingolv Poulsen lagt frá sær

Jens Ingolv, hevur seinastu 18 árini verið vallarvørur hjá Tórshavnar kommunu

Ragnar Sjúrðarson
19. januar 2024 kl. 09:34

Okkara kenda andlit í Gundadali, Jens Ingolv, hevur seinastu 18 árini verið vallarvørur hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst var tað Ovari og Niðari vøllur, men so kom Tórsvøllur aftrat. Nú leggur hann frá sær.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna í gjár.

Borgarstjórin takkaði á samkomu í gjár Jens Ingolvi fyri trúgva tænastu og nevndi, at hann var kendur fyri at vera nærlagdur, sjálvstøðugur og arbeiðssamur.

Hann nevndi eisini, hvussu nógv tað hevur verið hjá Jens Ingolvi at fara um, tí ítróttarøkið er so ómetaliga nógv vaksið, síðan Jens Ingolv byrjaði í starvinum, m.a. tí umframt Gundadal eru nú eisini vøllirnir á Argjum, í Hoyvík og Eysturvøllur. 

Jens Ingolv og hansara toymi røkja og halda við líka, busta graslíkisvøllirnar hvørja viku, so alt er í góðum standi.

Heðin Mortenen, borgarstjóri, nevndi at enda, at nú Jens Ingolv fer úr starvi, so hevur hann nógv at tríva í, eitt nú trøð í Havnardali og bæði seyð og ross. Eisini fær hann betri stundir at vitja synir og abbabørn.

Borgarstjórin takkaði at enda fyri gott arbeiði, samstundis sum hann ynskti Boga Norðfoss vælkomnum í starvið sum rakstrarleiðari fyri ítróttaranleggini í Tórshavnar kommunu.