HB boðar í dag frá, at Jens Erik Rasmussen verður partur av ungdómsvenjaratoyminum komandi árini, og hann fer at hava yvirskipaðu ábyrgdina av árgangunum frá U9 til U13.
Jens Erik Rasmussen er ikki nýggjur í HB høpi.
- Tekniskt dugnaligi miðvingurin hevur spælt við HB í trimum umførum. Fyrst eitt stutt tíðarskeið í 1986, síðan aftur í fyrru hálvu í 1992. Árini 1997-99 spældi hann eisini í HB, og var m.a. partur av krútsterka liðnum í 1998, sum vann greipuna, skrivar HB um nýggja ungdómsvenjaran.
- Nú er hann so aftur í Gundadali. Hesa ferð sum venjari. Seinastu árini hevur hann verið ungdómsvenjari í 07 Vestur, og síðani 2017 høvuðsungdómsvenjari, har hann hevur sett sín týðuliga dám á ungdómsarbeiðið í felagnum.
– Eg komi at hava yvirskipaðu ábyrgdina av U9-U13. Hetta er ein spennandi fasa í menningini, har man sleppur at forma spælararnar. Eg verði eisini at síggja á vøllinum, har eg fari at leggja ungu leikarunum og venjarunum lag á, sigur hann, sigur Jens Erik Rasmussen við heimasíðuna hjá HB.
HB sigur, at ein partur av langtíðarætlanini hjá felagnum er at skapa eitt betri tilboð til ungar fótbóltsspælarar, og at Jens Erik Rasmussen fer at hava ein lyklaleiklut í hesum arbeiðinum.
– Tað sum vit vilja skapa, er eitt umhvørvi bæði til tey, ið spæla til stuttleika, men eisini tey, ið vilja meira við fótbóltinum. So umframt at menna spælarar skulu vit eisini menna umhvørvið har vit fara at bjóða morgunvenjingar til tey yngru. Futsal verður eisini ein partur av tí, og hetta er við til at hækka tekniska støðið. Í longdini fara vit at síggja spælarar við enn betri teknikki og dynamikki. Bæði á dreingja- og gentusíðuni.
Síðsta árið hevur Mads Løvig, sum í februar fer í annað starv í Danmark, lagt eina ætlan, sum millum annað Jens Erik Rasmussen skal vera við til at seta í verk.
– Mads hevur lagt fundamentið, og eg skal so vera við til at leggja afturat. Hetta er ein langtíðarætlan. Í barna- og ungdómsfótbólti sært tú ikki úrslitini av menningini beinanvegin. Hetta krevur tol, sigur Jens Erik Rasmussen.