Jens Erik eigur nú heimavøll við Margáir

U-21 spælarin, sum higartil hevur spælt við TB, fer nú at spæla við EB/Streymi

Jóannes Hansen
11. februar 2024 kl. 14:28

Higartil hevur hann bara umboðað barndómsfelagið TB og TB/FCS/Royn, tá ið feløgini í Suðuroy vóru felags á Suðuroyarliðnum, men nú hevur hann skift felag.

Talan er um Jens Erik Bruhn. 21 ára gamli vongverjin hevur skrivað undir uppá, at hann nú fer at spæla við EB/Streymi, vita tey í EB/Streymi at siga í dag.

Felagið hjá teimum í Sundalagnum skiftir millum at eiga heimavøll í Hólmanum á Eiði og við Margáir í Streymnesi. Í ár verður heimavøllurin við Margáir.

Í fjør var Jens Erik við í U-21 landsliðshópinum saman við eitt nú nýggju liðfeløgunum Mikkjali Hellisá og Bergi Poulsen.

Jens Erik hevur seinastu árini verið drúgvasti spælarin av øllum í TB. FaroeSoccer.com veit at siga, at hann í bestu deildini hevur spælt 90 landskappingardystir, 8 dystir um løgmanssteypið  og 27 dystir í 1. deild.