Tað verður ikki við Jens Berthel Askou, at HB fer at royna at endurvinna meistaraheitið og steypakappingina, sum felagið vann í ár.
Tað kunngerð HB á heimasíðu felagsins fyri lítlari løtu síðan.
Í stuttari fráboðan sigur felagið, at Jens Berthel Askou hevur fingið annað venjarastarv, og tískil skal besta lið felagsins hava nýggjan venjara.
- Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni. Vit takka Berthel fyri alt, og ynskja honum bestu eydnu, nú enn størri avbjóðingar liggja fyri framman, skrivar HB á heimasíðuni.
Felagið er farið í holt við at finna nýggjan venjara, og felagið boðar eisini frá, at kunnað verður nærri, so skjótt sum hetta er komið uppá pláss.