Jenis av Rana og vit samkyndu

Alt tað eg kann minnast, hevur Jenis av Rana havt eina spillandi tungu, hvat okkum samkyndu viðvíkur. Afturi í 1990’unum kunngjørdi hann eisini, at legaliseringin av homoseksualiteti var ein av orsøkunum til, at hann fór upp í politikk

Sonja Jógvansdóttir
4. oktober 2019 kl. 11:28

Alt tað eg kann minnast, hevur Jenis av Rana havt eina spillandi tungu, hvat okkum samkyndu viðvíkur. Afturi í 1990’unum kunngjørdi hann eisini, at legaliseringin av homoseksualiteti var ein av orsøkunum til, at hann fór upp í politikk. Føroyar eru tíbetur broyttar tó at Jenis av Rana er hin sami, og neyðugt er at tala at, hvørja ferð farið verður yvirum mark, tí orð skapa veruleika og hava avleiðingar


Jenis av Rana hevur brúkt eitthvørt høvi hann kann at niðra okkum samkyndu. Var ein virðisløn fyri ótroyttiliga homofobi, so hevði Jenis av Rana óivað strokið avstað við heiðrinum – tí hansara homofobiska áhaldni er øgiligt – tað hevur havt silvurbrúdleyp og alt møguligt.

Hetta er ikki stuttligt, tí ofrini eru mong, og prísurin er høgur fyri nógvar familjur í Føroyum, men tað leggja Jenis av Rana og hansara líkar ikki í. Tvørturímóti halda teir á við útspillingunum, hóast hetta rakar okkum samkyndu og øll tey, sum standa okkum nær.

Foreldur, systkin, ommur og abbar, børn og eitt ótal av føroyingum um landið eru stoytt av hesi haturstalu, og eg veit, at tað eru nógv foreldur, sum hava óneyðuga stúran og trega av hesum orðavali og hugburði sum áhaldandi verður oystur út í almenna rúmið.


Niðran skapar sjálvshatur

Jenis av Rana helt í áravís uppá at halda fast um niðrandi útsøgnina kynsvillingar sum heiti fyri samkynd. Hetta helt á, líka til Edmund Joensen, táverandi tingformaður, steðgaði hesi spottandi umtalu av samkyndum í løgtinginum í 2004.

Jóannes Eidesgaard, sum var løgmaður, hevði hildið eina vakra og fevnandi røðu fyri lgbt-felagsskapinum í Grasagarði ta ólavsøkuna. Hetta var djarvt av løgmanni, og hann eigur tí eisini eitt serligt pláss í føroysku lgbt-søguni, tí tað var veruliga ikki serliga vanligt hjá politikkarum alment at stuðla samkyndum um tað mundið. Tey flestu jaligu valdu tøgnina, og liðið av framstandandi fólki, ið heldur vildu háða, spotta og fordøma, var stórt.

Ógvuliga fá samkynd búðu í Føroyum ella tordu at spretta, tí niðranin og fordømingin var so ógvuslig. Tað ger eisini nakað við fólk í heilum at fáa at vita, at tað er okkurt galið við teimum. So tað sum ikki kom uttanífrá kom innanífrá, tí sjálvshatrið trívist mangan alt ov gott í slíkum umhvørvi, sum Føroyar vóru um aldarskiftið.


Hví hatar Jenis samkynd?

Síðani Jenis av Rana gavst at brúka orðið kynsvillingur, hevur retorikkurin hjá miðflokkamanninum broytt seg til at vera: “hesi sokallaðu homoseksuellu”. Henda orðingin leggur upp til, at tað at vera samkyndur finnst ikki ella er ikki veruligt.

Jenis av Rana brúkar eisini í heilum orðingina “ónormal” ella “ónormalt”, tá ið lgbt’arar ella lgbt-viðurskifti verða viðgjørd. Á sama hátt verða lgbt’arar bólkað, sum um vit eru okkurt uttanífrá – eitt skaðiligt rák í tíðini. Á henda hátt verður hildið fast við eina mynd og ímynd av “vit” og “tit” – nøkur eru røtt, sonn, góð og rættir føroyingar, meðan onnur óføroysk, siðspillandi og syndug.

Tá ið ringastu útspillingarnar vóru í 1980’unum, 1990’unum og langt inn í 00’ini vóru at kalla ongi samkynd at tala at, og okkara familjur hildu eisini lágan profil, tí tað var onkursvegna so skammiligt at hoyra til skaran av fólki, sum varðaðu av lgbt’arum.

Tað var ikki serliga lætt hjá ommum og abbum at greiða frá sínum fantastisku ommu- og abbasynum, sum høvdu funnið sær ein sjeik, ella hjá foreldrum at greiða vítt og breitt frá um dóttrina, sum hevði funnið sær eina konu.

Men Føroyar eru broyttar, tó at Jenis av Rana er hin sami. Eg havi tó mangan undrað meg á, hví Jenis av Rana kennir hesa trongd at vera ein sovorðin spilliklútur, og áhaldandi loypir á ein minnilutabólk? Hví hatar Jenis av Rana samkynd?


Faroe Pride                                                                        

Um nakar skuldi ivast í, hví tað er neyðugt at halda Faroe Pride, so far ein túr í løgtingið og lurta eftir umrøðuni av samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum.

Tó at Jenis av Rana og onnur við óivað ynskja okkum har piparið grør, so fara vit ongan veg.

Føroyar eru broyttar, og tað eru serliga tríggjar hendingar í hesari øldini, sum hava munað í almenna stríðnum fyri javnrættindum. 266b, ótrúliga stóra undirtøkan fyri Faroe Pride og dagførda hjúnabandslógin.

Beint sum LGBT Føroyar í 2011 var stovnað, var farið í gongd við at sjónliggera okkum sjálvi sum bólk í samfelagnum. Vit øll avgjørdu, at nokk er nokk, og nú vilja vit ikki goyma okkum burtur.

Summar løtur kennast og eru størri enn aðrar, og tað er framvegis trupult hjá mær at lýsa við orðum kensluna hjá okkum, tá ið Faroe Pride skrúðgongan í 2012 kom um hornið og oman í Tórsgøtu. Halin av fólki helt bara á, fleiri túsund fólk við ælabogafløggum, skeltum, í góðum hýri og stuðlandi – Eivør Pálsdóttir tók ímóti við síni gandakendu rødd, og ta løtuna fingu vit onkursvegna vissuna um, at hetta nokk skuldi laga seg.

Hvørja ferð Faroe Pride er, bylgjast hesar kenslur, og hvørt ár síðani 2012 eru fleiri túsund fólk møtt fyri at hátíðarhalda fjølbroytninum, og tað er gott, gagnligt og framvegis neyðugt. Tað ger stóran mun hjá lgbt’arum og okkara avvarðandi, at fólkið er viðurkennandi og møtir til Faroe Pride.


Er mark fyri útspillingarfrælsinum?

Eg ætli mær ikki at taka nakran rætt frá Jenis av Rana at hava sínar meiningar, men eg ætli mær at tala at, og tað skal gerast mín fremsta missjón komandi tíðina at tala at, tí nokk er nokk. Tín kvota, Jenis av Rana, av háð og spotti átti eftirhondini at verið uppi.

Í øðrum lagi, so haldi eg, at tað er munur á talufrælsi og útspillingarfrælsi. Tó at markið er trupult at seta, so er eitt mark, og Jenis av Rana er ferð eftir ferð, í hesi meir enn 25 árini hann hevur úttalað seg um samkynd, farin yvirum mark.

Burdu vit melda hann eftir grein 266b?  Kanska. Eg vildi bara ynskt, at maðurin var somikið anstendigur, at hann steðgaði við hesum óneyðugu niðringum. Tí hóast Føroyar eru broyttar nógv og til tað betra, so skulu tit ikki halda, at útsagnir, sum tær hjá Jenis av Rana, eru ókeypis, ella at tær ikki hava persónligar avleiðingar fyri fólk – tí tað hava tær. Niðringarnar raka, og tær eru við til at rættvísgera, at lgbt’arar nýtast ikki at viðgerast við somu virðing sum øll onnur fólk.


Orð skapa veruleika

Verður hugt út í heim sært tú, at ongantíð áður hava lgbt’arar havt betri rættindi enn nú. Tó at tað framvegis er langt á mál til javnrættindi, er løgrættarliga støðan søguliga góð. Samstundis síggja vit, at harðskapur, haturstala og kriminalitetur yvirhøvur ímóti lgbt’arum og øðrum minnilutum hevur verið vaksandi seinastu tíðina.

Forsetarnir í eitt nú USA, Brasilia, Russlandi, Hvítarusslandi, Ungarn og Póllandi halda seg ikki aftur í sini fordøming av samkyndum, og tað ávirkar í teimum ymisku løgunum í samfelagnum.

Um ein stjórnarleiðari sigur, at okkurt slag av fólki eru minni verd, eru ónormal, skuldu verið reinsað úr samfelagnum o.s.fr., so hevur hetta ávirkan. Orð skapa veruleika og eru við til fyri summi at rættvísgera brotsverk av ógvusligum slagi ímóti minnilutabólkum.

Vit hava upp ígjøgnum søguna óteljandi dømi um, at einstakir bólkar av fólki vera útvald sum syndabukkur, og avleiðingarnar eru vanlukkuligar – lgbt’arar hava søguliga mangan verið ein av hesum bólkum, og er tað framvegis nógvastaðni.

Støðan í Føroyum hjá lgbt’arum kann ikki sammetast við fyri 25 árum síðani, men kortini er enn nógv at berjast fyri. Tað er so ótrúliga umráðandi eisini at tala at, mótmæla og taka frástøðu frá útsøgnum sum teimum hjá Jenis av Rana. Maðurin er ikki hvør sum helst, og í dag umsitir hann mentan, útbúgving og uttanríkismál.

Tíðin fer at vísa, um hann megnar ta ábyrgd, hann hevur sum landsstýrismaður, at umboða og virða allar føroyingar – eisini samkynd, tvíkynd og tvørkynd.

Tað er tí meir neyðugt í dag enn nakrantíð áður at tala at, hvørja ferð Jenis av Rana fer yvirum mark, tí Føroyar eru annað, meir og betri enn hansara niðringar.

 

Orðalisti

LGBT er altjóða stytting fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd.

Homofobi er hatur ímóti ella ógrundað ræðsla og ótti fyri samkyndleika og/ella samkyndum.

Faroe Pride er gleðisskrúðgonga at fegna ymiskleika sum heild, og at stuðla lgbt’arum í at fáa javnrættindi. Pride verður hildin um allan heim.