Ongi úrslit

Jenis av Rana luttekur á ráðstevnu um trúarfrælsi og mannarættindi

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum er í dag á ráðstevnu í Danmark um trúarfrælsi og mannarættindi

Sigurjón Einarsson
22. sepember 2021 kl. 11:14

Í dag - mikudagin 22. september - luttekur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, á ráðstevnuni ”Trosfrihed - den glemte menneskeret?” á Christianborg, har landsstýrismaðurin skal hava eina framløgu.

Ráðstevnan verður fyriskipað av felagsskapinum Open Doors í samstarvi við Ullu Tørnæs, fólkatingskvinnu og fyrrverandi ráðharri fyri menningarsamstarv. Á ráðstevnuni luttaka millum annað eisini Ane Halsboe-Jørgensen, danskur kirkjumálaráðharri, og Flemming Møller Mortensen, danskur menningarmálaráðharri.

Open Doors er altjóða felagsskapur, ið arbeiðir fyri at stuðla fólki, sum er forfylgd orsaka av teirra kristnu trúgv. Mett verður, at kring heimin eru meira enn 340 milliónir kristin, sum eru fyri mismuni ella forfylgd orsakað av teirra trúgv.

Sí meira kunning um ráðstevnuna her.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

14 tímar síðan

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

9 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

5 tímar síðan