Jenis av Rana gevur bók út

Framløgan verður fríggjadagin í Lívdini

Ragnar Sjúrðarson
13. november 2024 kl. 21:30

Fríggjadagin, frá kl. 15.00 til 17.00, verður framløga av nýggjari bók við heitinum ”Hann mær heldur fast”.

Høvundurin er Jenis av Rana, og framløgan verður í Lívdini í Hoyvík, har øll eru vælkomin.

Hetta er triðja bókin hjá Jenis og sum hinar báðar fyrru er hon um lívið saman við Jesusi. Talan er um egnar upplivingar, men eisini trúðarstyrkjandi frásagnir frá øðrum trúgvandi, Reinhard Boonke, atsøktum runt heimin, trúboðarum v.m.

Fitt av myndum eru í bókini. Flestu teirra frá tí, ið sagt verður frá, m.a. frá upplivingini, tá abbasonurin Hákun varð grøddur fyri trimum árum síðani.

Bókin er fjøruti kapitlar og góðar tvey hundrað síður til støddar.

Í sølubúðunum kostar hon kr. 250,- Á útgávudegnum verður serligt tilboð.