Songkvinnan jazzygold gevur í dag út nýggjan sang, sum snýr seg um vinir og vinarbrot.
– Onkuntíð er tað ikki ein fyrrverandi maki, sum ger mest skaða á teg – tað eru vinirnir, tú helt, at tú altíð kundi líta á, skrivar plátufelagið Tutl í umrøðu av sanginum.
– Nýggja lagið hjá jazzygold eitur "ex-friends" og er hennara máti at peika tey følsku vinarbondini út. Tey, sum lótu hana sita einsamalla at savna tey brotnu pettini. Tað er ein sangur um svik, grøðing og at innsíggja, at tey fólkini, sum eru tær nærmast, kunnu vera tey mest eitrandi.
Tutl sigur, at sangurin er til øll, sum hava lært, hvussu vinarbrot kunnu særa meira enn nakað parlagsdrama.
– Men tað snýr seg eisini um at taka valdið aftur, at byggja seg sjálvan uppaftur og at minna seg á at karma nokk skal klára restina. Um tú nakrantíð hevur verið niðurlagdur av fólki, sum áttu at havt tín rygg, so er "ex-friends" tín sangur. Onkuntíð er tað besta, sum kann henda, at missa fólk – halt tín sirkul góðan og erligan, skrivar Tutl.
Nýggi sangurin kann hoyraast á Spotify og aðrastaðni.