Javnaðarlistin í Klaksvík er liðugur

Níggju valevni - seks konufólk og trý mannfólk - bjóða seg fram

Jóannes Hansen
19. september 2024 kl. 23:23

Norðoya javnaðarfelag er liðugt við uppstillingina til býráðsvalið, sum verður týsdagin 12. november. Á listanum eru níggju valevni - seks konufólk og trý mannfólk.

Í hesum valskeiðnum hevur javnaðarflokkurin tvey umboð í Klaksvíkar býráð. Tey eru Signhild V. Johannesen og Tummas Lervig. Signhild er aftur hesaferð á listanum til kommunuvalið. Tað er Tummas Lervig ikki. Hann boðaði fyrr í vikuni frá, at hann nú fer at gevast í kommunalpolitikki. Hann er tvær tær seinastu ferðirnar valdur í Klaksvíkar býráð á javnaðarlistanum.

Á listanum eru hesi:

Arnold Olavsson Jensen
Finnbjørn Vang
Hedvig Waagstein
Joan Heinesen
Randi Waag Jacobsen
Signhild V. Johannesen
Súni Anthoniussen
Súsanna Lydersen
Terja Ósá