Tað er stórur fagnaður í SF hølunum á Christiansborg í kvøld. Nú umleið 90 prosent av atkvøðunum eru taldar, er SF størsti flokkur á ES valinum. Tað er ongantíð komið fyri áður, at SF hevur verið størsti flokkur. Hvørki á fólkatingsvali ella vali til Europatingið, og SF hevur ongantíð á nøkrum vali havt so stóra undirtøku, sum flokkurin hevur í kvøld.
Danski javnaðurflokkurin hevur mest sum átt patent upp á at vera størsti flokkur. Á fólkatingsvalunum í meiri enn hundrað ár – burtursæð frá einstøkum vali fyrst í hesi øldini – og eisini á europavalunum hevur javnaðarflokkurin oftast verið størsti flokkur.
Bæði SF og javnaðarflokkurin hava vunnið trý umboð í ES tinginum, men tað er sjálvandi øgiligur fagnaður millum SF arnar um, at flokkurin nú hevur størri undirtøku enn javnaðarflokkurin, sum altíð hevur verið roknaður at vera stóribeiggin. Og tað nívir øgiligt millum javnaðarfólkini, at flokkurin nú er minni enn flokkurin, sum hevur verið roknaður at vera lítlibeiggi.
dr.dk
Vinstriflokkurin hevur, síðani samgongustjórnin varð skipað, í øllum veljarakanningum verið spáddur at fáa vánaligt val á ES valinum og eisini á fólkatingsvalinum, sum verður um tvey ár.
Í kvøld fegnast tey í vinstraflokkinum, tí úrslitið er væl betri, enn tað inntil fyri heilt stuttum varð roknað við út frá veljarakanningum. Kanningar hava sagt, at undirtøkan hevur verið væl undir 10 prosent, og á ES valinum er undirtøkan 14,7 prosent. Vinstraflokkurin hevur vunnið tvey umboð. Tað er tvey umboð færri enn á síðsta ES valinum, men tað eru tey í vinstra væl nøgd við, tí síðani síðsta ES valið er vinstra farið í fleiri flokkur. Her verður hugsað um moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen, sum vunnu 6 prosent í kvøld og danmarksdemokratarnar hjá Inger Støjberg, sum 7,3 prosent. Bæði moderatarnir og danmarksdemokratarnir vunnu eitt umboð í ES tinginum.