Javnaðarflokkurin misti helvtina í Havn

Stórar broytingar eru hendar í Tórshavnar Býráði í dag

Áki Bertholdsen
12. november 2024 kl. 23:50

Tað varð dýrt fyri Javnaðarflokkin, at hann fór í tvíningar upp undir býráðsvalið í Havn. Javnaðarflokkurin hevur seks býráðslimir, men fýra av teimum vórðu so misnøgd við støðuna, og serliga borgarstjóran, at tey fóru úr Javnaðarflokkinum og stovnaði sín egna lista, Kommunulistan.

Úrslitið er, at á valinum í dag misti Javnaðarflokkurin tríggjar býráðslimir og hevur nú tríggjar eftir. Hinvegin fingu útbrótararnir á Kommunilistanum tveir býráðslimir, Trónd Sigurðsson og Kára Johansen.

Tjóðveldoð gjørdi eitt gott val og fekk ein býráðslim afturat, so at Tjóðveldi nú hevur fýra býráðslimir. Serliga hevði Elsa Berg eitt kanónval og varð toppskorari á valinum við heili 1007 atkvøðum.

Sambandsflokkurin varðveitti sín býráðslim og Fólkaflokkurin varðveitti sínar tveir.

Hinvegin misti Framsókn sín býráðslim.  

www.in.fo sigur, at hesi 13 eru vald í Tórshavnar býráð:

 Fólkaflokkurin:

 Høgni Vilhelmsen 490

Birgir Nielsen 236

Sambandsflokkurin

Annfinn Brekkstein 406

Javnaðarflokkurin

Heðin Mortensen 789

Bergur Robert Dam 366

Kristianna Winther Poulsen 207

Tjóðveldi

Elsa Berg 1007

Heidi Lava Elgeirsdóttir 457

Annita á Fríðriksmørk 407

Anja Weihe 367

Borgaralistin

Guttormur í Skála 336

Kommunulistin

Tróndur Sigurðsson 670

Kári Johansen 424

Hetta merkir eisini, at seks av teimum 13 býráðslimunum, eru nývaldir.