Javnaðarflokkurin í Havn missur ein býráðslim

Hann fer at stilla upp fyri ein annan flokk á býráðsvalinum í novembur

Áki Bertholdsen
7. september 2024 kl. 18:06

Kári Johansen, býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum í Havn, fer nú úr Javnaðarflokkinum

Hann sigur í stuttari fráboðan í dag, at eftir at hann hevur hugsað seg um í eina tíð, hevur hann tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval tann 12.november. 

– Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni míni politisku áhugamál væl í Framsókn. 

Leiðslan í Framsókn beyð mær vælkomin og komandi tíðina fari eg, saman við øðrum valevnum, at gera valskránna lidna, sigur Kári Johansen.