Javnaðarflokkurin er skeptiskur

Sundurskiljing fer at gera tað dýrari og kann taka ferðina av útbyggingum á tele-økinum, óttast Aksel V. Johannesen

Ingolf S. Olsen
23. juli 2020 kl. 17:00

Í Javnaðarflokkinum eru tey eisini sera ivasom um ætlanirnar í samgonguskjalinum um ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum – tað eru netini hjá Føroya Tele-samtakinum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at tey ikki hava viðgjørt spurningin í flokkinum, men at tey sum útgangsstøði eru ógvuliga skeptisk.

- Tað var jú heldur ikki undirtøka fyri ognarligari sundurskiljing av Føroya Tele í seinastu samgongu, tá vit sótu í stjórn, og okkara støða er neyvan broytt í so máta, sigur hann.

Niður í ferð
Aksel V. Johannesen sigur, at tað serliga eru tvær orsøkir til, at hann heldur ognarligu sundurskiljingina vera ivasama.

- Í fyrsta lagi eri eg bangin fyri, at tað verður dýrari at reka tvey ognarliga sjálvstøðu feløg enn eitt samtak. Í øðrum lagi verður ivasant, hvussu stóran dent eitt sjálvstøðugt netfelag fer at leggja á ferðina á útbyggingini av neti og nettøkni. FT Net kennir í dag tørvin og byggir út við støði í honum, tí tað felagið er partur av Føroya Tele. Eitt sjálvstøðugt netfelag, sum ikki hevur beinleiðis ábyrgd fyri veiting av teletænastum og heldur ikki hevur samband við endabrúkaran, fer helst at taka meira atlit til økonomiina hjá sær sjálvum enn tørvin hjá Føroya Tele og øðrum veitarum, sigur Aksel V. Johannesen.