Játtar seg sekan í at hava svikað fleiri fólk á internetinum

Svikarin meldaði seg sjálvan í nátt

Áki Bertholdsen
30. januar 2024 kl. 08:26

Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan leitað eftir einum manni, sum hevur svikað fleiri fólk á internetinum.

Og nú hava tey fingið fatur á honum.

Hann hevur lýst alskyns vørur, heilt frá fiskiloyvum til føroyskan mat, til sølu á internetinum, og tað eru fleiri fólk, sum hava keypt frá honum. Men hóast tey hava goldið goldið fyri vøruna, hava tey einki fingið.

Fleiri fólk hava meldað mannin og síðani hevur løgreglan leitað eftir honum. Løgreglan visti hvør hann var og tí vistu tey eisini, at hann var farin til Danmarkar.

Saman við løgregluni í Danmarkar hava tey leitað eftir honum, men løgreglan sigur, at tá ið klokkan var farin av midnátt í gjárkvøldið, ringdi telefonin. Og tá var tá var tað maðurin, sum ringdi at melda seg sjálvan.

Løgreglan sigur, at sum heild hevur hann játta seg sekan og hann boðaði frá, at hann er sinnaðu at samstarva við løgregluna um at fáa greiði á málinum.

Løgreglan sigur, at tey hava avtalað við mannin, hvussu farast skal fram fyri at avgreiða málið.