Játta pening til at fyrireika flogvøll á Glyvursnesi

Flogferðslan verður regluligari og flogførini kunnu vera størri

Áki Bertholdsen
30. mai 2024 kl. 10:02

Nú fer Tórshavnar Býráð at seta pening av til at fyrireika arbeiðið at gera nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.

Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum hevur reist málið um at gera flogvøll á Glyvursnesi og nú verður málið lagt fyri býráðið.

Hann sigur at ætlanin at gera flogvøll á Glyvursnesi er 40 ára gomul. Veðurkanningar vísa, at við einum flogvølli á Glyvursnesi ber til at hava eina flogferðslu, sum er upp meiri reglulig enn hon er nú, sigur hann.

– Flogvøllurin skal eisini kunna taka ímóti størri flogførum og tað er stór menning er í flogferðsluni bæði við ferðafólkum og farmi, sigur Heðin Mortensen.

Í 2019 gjørdi danska ráðgeverafelagið, Rambøll, eina nýggja kanning av, hvussu illa ein flogvøllur á Glyvursnesi fer at larma.

Her varð ikki bara hugsað um Havnina og Argir, men eisini um framtíðar bústaðarbygging á Hamrinum á Argjum og undir Kirkjubøreyni. Og úrslitið er, at bústaðarøki verða ikki órógvað av óljóði frá flogvøllinum, sigur borgarstjórin.

– Samstundis gongur tann tøkniliga menningin tann vegin, at flogførini yvirhøvur geva minni ljóð frá sær, leggur hann afturat.

Hann sigur, at endamálið við arbeiðnum, sum liggur fyri framman er at útvega  tilfar, ið lýsir, akkurát hvar á Glyvursnesi tað er best at leggja ein flogvøll, ið er umleið 2.700 - 3.000 metrar langur, og sum er nóg breiður til at fáa altjóða góðkenning.

Endamálið er eisini at gera tilfar um, hvussu flogvøllurin fer at taka seg út í lendinum, og, hvussu lendisarbeiðið kann skipast.

– Endamálið er at fáa betri grundarlag til at arbeiða víðari við málinum fyri at vita, hvussu arbeiðið at gera ein flogvøll kann skipast og hvussu tað kann fíggjast, sigur borgarstjórin.

Tá ið arbeiðið er liðugt, verður tað so lagt aftur fyri býráðið til politiska støðutakan.

Í hesum sambandi skjýtur borgarstjórin upp at játta 500.000 krónur til endamálið. 

Tað er longu nú greitt, at meiriluti er fyri uppskotinum, tí umframt at Javnaðarflokkurin tekur undir við tí, tekur Sambandsflokkurin eisini undir við tí. Sostatt eru minst sjey av teimum 13 býráðslimunum í Havn fyri málinum.

Hinvegin hevur Tjóðveldi boðað frá, at tey taka støðu til málið, tá ið býráðið fer at viðgera tað.