Jastrid á Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!

NSÍ skrivar minningarorð um ein av stovnarunum av felagnum

nsi.fo
18. oktober 2024 kl. 11:01

NSÍ var sett á stovn sunnudagin tann 24. mars í 1957, tá kvinnur og menn í Heiðunum og her á leiðini tóku seg saman at stovna ítróttarfelag.

Ein av hesum var unga Jastrid á Roykheyggi, sum var vald í fyrstu nevndina og eisini vald til fyrsta skrivara í felagnum.

Jastrid var ein góður skrivari og legði nógva orku í hetta arbeiðið.

Tað var serlig hondbólturin, sum hevði áhugan hjá Jastrid og spældi hon við Tjaldur í fleiri ár, har hennara partur ikki lá eftir.

Í 2017 – á 60 ára føðingardegnum hjá NSÍ – var Jastrid kosin heiðurslimur í felagnum. Hetta var henni væl uppiborið og hetta gleddi eisini Jastrid.

Nú er Jastrid farin, men  felagið fer altíð at minnast hana, sum ein av stovnarunum av NSÍ og eisini fyri ta tíð hon var virkin í ítróttinum, serliga hondbóltinum.

Ærað veri minnið um Jastrid á Roykheyggi.