Starturin var ikki so sannførandi, sum hann plagar at vera, men tá ið startspurturin var av, var Jarnbardur fremstur, og so varð leiðslan støðugt økt. Tá ið blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri fór um málið, var fjarstøðan aftur til hinar meiri enn tríggjar bátslongdir, og so var fýrverk at heiðra suverena vinnaranum.
Hinir fýra bátarnir vóru í stórari kapping um næstfremsta plássið. Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum ikki hevur verið við fyrr í ár, var rættiliga pretin í startspurtinum, men so dragnaði hann og endaði á fimta plássi og aftastur.
Kappingin um næstfremsta plássið var sera spennandi, og hana vann Sundabáturin, meðan Riddarin endaði á triðja plássi í dag og næstfremstur í FM kappingini.
##med2##