Japanskur samgongulimur: OL verður avlýst

Samgongulimur í Japan vil verða við, at OL, sum skal verða í Tokyo í summar, verður avlýst. Stjórnin vil tó ikki vátta leysatíðindini

Ari av Rana
22. januar 2021 kl. 12:14

Seinastu mánaðirnir hevur ivamál verið um, um olympisku leikirnir verða hildnir í ár. Orsøkin er heimsumfatandi koronafarsóttin. Men nú tykist sum um, at tað tað verður ein veruleiki, at leikirnir verða avlýstir.

Leikirnir skulu eftir ætlan haldast í Tokyo í summar, men nú sigur samgongulimur í Japan sambært bretska The Times, at alt bendir á at leikirnir verða avlýstir. Almennu myndugleikarnir nokta tó fyri at tíðindini eru sonn.

Ein av stóru avbjóðingunum er nú, at ein stórur meiriluti av japanska fólkinum ikki ynskir, at fleiri túsundtals ítróttafólk kring allan heimin koma til Japan, meðan koronafarsóttin enn herjar.

Forsætisráðharrin í Japan, Yoshihide Suga, heldur fast við, at leikirnir fara fram undir hørðum trygdartiltøkum.

Meiningakanning í Japan vísti nýliga, at fýra út av fimm japanum vildu hava leikirnar avlýstar. Harumframt hevur koronasmittan tikið dik á seg í Japan seinastu tíðina. Japan hevur tí stongt landamørkini og lýst neyðstøðu í fleiri stórum býum.

Sambært The Times hevur hendan støðan tí ført til, at ein meiriluti í japansku stjórnini tekur undir við at avlýsa leikirnar. Men japanska stjórnin heldur tað verða týdningarmikið at signalera, at tey gjarna vilja hava leikirnar, tí at hetta fer at betra um møguleikarnar at hýsa OL næstu ferð tað er tøkt, sum er í 2032.

Nógv bendir tí á, at vit ikki fáa møguleika, at síggja Sverra Sandberg Nielsen kappast um OL gull í rógving á hesum sinni.