88 ára gamli Iwao Hakamada sat 46 ár í fongsli við deyðadómi hangandi yvir høvdinum. Men nú er hann fríkendur fyri fýra dráp, sum hann skuldi hava framt í 1966, og sum hann í 1968 var dømdur sekur í at hava framt.
Tað skrivar Ritzau.
Í nýggjum rættarmáli avgjørdi økisdómstólurin í Shizuoka í Japan í dag, at Hakamada er ósekur í drápi av fyrrverandi stjóranum, konu hansara og teirra tveimum børnum.
Rætturin metti av nýggjum um avgerandi prógvini í málinum, sum spurningur varð settur við í upprunaliga rættarmálinum í 1968, og niðurstøðan varð, at prógvini ikki eru nóg góð til at døma Hakamada sekan. Harvið verður hann reinsaður.
Hakamada noktaði upprunaliga fyri, at hann hevði dripið fólkini, men játtaði seg seinni sekan. Hann segði aftaná, at hann hevði verið fyri ógvisligari avhoyring av løgregluni og varð blivin bukaður. Rætturin dømdi tó Hakamanda sekan, og hann fekk deyðadóm. Í 1980 staðfesti japanski hægstirættur dómin.
Deyðadómurin var ongantíð útintur, og Hakamanda var í 2014 leyslatin eftir 46 ár í fongsli. Síðani hevur hann bíðað eftir, at málið skuldi koma fyri rættin av nýggjum.
Ivi hevur verið reistur um, hvørt avgerandi prógvini í málinum vóru følsk. Verjarnir hjá Hakamanda hava tíhvildið um, at hann var sekur, og at prógvini vóru tilgjørd fyri at fáa hann dømdan. Ákærumyndugleikin hevur noktað fyri hesum.
Niðurstøðan hjá rættinum í Shizuoka var so, at Hakamada er ósekur.
Hakamada er fimti deyðadømdi persónur í Japan, sum síðani seinna heimskríggj hevur fingið játtað nýtt rættarmál. Øll fimm fólkini vórðu fríkend.