Japan: Tríggir fangar avrættaðir í morgun

Tríggir fangar vórðu avrættaðir í Japan í morgun. Tað er samstundis fyrsta avrættingin í tvey ár

Sigurjón Einarsson
21. desember 2021 kl. 13:18

Stjórnin í Japan heldur, at tað er neyðugt at revsa øðrum til ávaringar. Tí eru eru tríggir fangar avrættaðir í morgun, sum samstundis eru tær fyrstu í tvey ár, nú nógv ógvislig brotsverk hava verið framd í landinum seinastu tíðina.

Ein meiriluti av japanska fólkinum stuðlar deyðarevsing, hóast altjóða samfelagið fordømir hetta – ikki minst menniskjarættindafelagsskapir.

Og líkt er til, at Japan ikki gevst við at hava deyðarevsing við bræði, tí meira enn hundrað fangar bíða eftir at verða tiknir av døgum. Avrættingarnar í morgun eru tær fyrstu, meðan Fumio Kishida hevur sitið við valdið í landinum. Hann gjørdist forsætisráðharri í oktober í ár.

Í samrøðu við AFP, sigur Seiji Kihara, sum er varaforsætisráðharri í Japan, at deyðarevsing er ein grundleggjandi partur av japonsku rættarskipanini. Deyðarevsing verður í Japan sæð sum ein passandi revsing fyri fólk, sum hava framt ógvisligar brotsgerðir; at tey gjalda evsta prís.

Sambært skjølum, sum AFP hevur fingið innlit í, so gongur tað stutt tíð ímillum frá tí, at fangin fær at vita, at hann skal takast av døgum, til hann verður tikin av døgum.

Tveir fangar stríðast í løtuni móti japonsku myndugleikunum, tí teir meta, at hesin framferðarhátturin er bæði ómenniskjansligur og ólógligur. Teir krevja eisini endurgjald frá statinum fyri tær líðingar, sum teimum hava verið fyri í samband við óvissuna, nær teir skulu verða tiknir av døgum.