Tvøroyrar kommuna hevur kunngjørt á heimasíðu sínari í dag, at Janus Wiberg syngur til ársins Mentanarnátt:
Enn eitt super tónleikanavn er klárt til árligu Mentanarnáttina á Tvøroyri – tað er navnframi Janus Wiberg, ið saman við bólki sínum fer at trína á pallin í miðbýnum, fríggjakvøldið 31. mai.
Janus er einki óskrivað blað í føroyskum tónleikahøpi, eitt nú er hann kendur fyri eina ta størstu landapláguna vit hava, “mítt Føroya land”, men hann hevur eisini fleiri onnur væl umtókt løg. Góðu sangevnini hava eisini ført við sær, at Janus eitt nú hevur hitað pallin upp fyri heimsstjørnuna James Blunt, tá hesin var í Føroyum.
Seinast gjørdi ungi tónleikarin vart við seg, tá hann sang seg víðari í innleiðandi umfarinum í danska Melodi Grand Prixnum.
Janus hevur røtur her á Tvøroyri, haðani bæði foreldrini koma frá, tí er tað eisini serliga stuttligt at fáa vitjan av honum og frálíka bólki hansara.
Janus hevur júst givið nýtt sjónbandalag út, við lagnum hann sang til danska Grand Prixið.
Forsømið tykkum ikki tann 31. mai!