Janus Wiberg er við í donsku Melodi Grand Prix kappingini í kvøld

Føroyingurin skal kappast við sjey aðrar sangarar, um at koma við til stóru Eurovision kappingina

Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix
Fríðmundur Nattestad
17. februar 2024 kl. 12:39

Danska Melodi Grand Prix kappingin er í kvøld á skránni í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn.

Kappast verður um at sleppa við til stóru Eurovision kappingina, sum í ár verður hildin í Malmø í Svøríki. Millum teir átta sangararnar, sum skulu kappast, er føroyski Janus Wiberg, sum skal syngja lagið "I Need Your Love".

Janus sigur, í samrøðu við Kringvarp Føroya, at tað ikki hevur nakran týdning fyri hann at vinna. Tað, sum hevur týdning, er at danir læra hann og hansara tónleik at kenna.

Danska Melodi Grand Prix verður sent beinleiðis á DR1, og kann eisini stroymast á heimasíðuni hjá DR. Sendingin byrjar í kvøld kl. 19.00 føroyska tíð.

Lagið, "I Need Your Love", hjá Janusi Wiberg, kann hoyrast her.