Hósdagin verður endaliga brakið í FM í kappróðri, tí tá er ólavsøkuróðurin á skránni. Kappróðurin setur altíð sín dám á ólavsøkuna og er altíð nakað serstakt fyri kappróðrafólk, tó verður talan um ein heilt serligan róður fyri Janus Dam-Jacobsen og Magnus Norðberg úr Klaksvíkingi, tí teir kunnu taka met.
Janus Dam-Jacobsen fyri flest vunnin FM hjá 10-mannaførum og Magnus Norðberg fyri flest vunnið FM við sama báti
Janus hevur vunnið FM við 10-mannaførum við Klaksvíkingi í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015. Við Eysturoyingi í 2007 og Orminum Langa í 2018 og 2019. Í løtuni deilir Janus meti við Svein Rógvi Nielsen Ljósstein. Teir hava báðir vunnið níggju FM hjá 10-mannaførum í part. Men vinnur Janus ólavsøkuróðurin saman við Klaksvíkingi, so gert hann tann fyrsti í føroyskari kappróðrarsøgu at vinna tíggju FM við 10-mannaførum.
Ein annar umborð á manningini á Klaksvíkingi, ið eisini kann seta met, er Magnus Norðberg. Vinnur Klaksvíkingur gert Magnus tann fyrsti at vinna átta FM við sama báti hjá 10-mannaførum í føroyskari kappróðrarsøgu. Í løtuni deilir hann núverandi meti við Ludvík við Stein (Eysturoyingur) og Karl Olivar Bærentsen (Havnarbáturin), ið eisini hava vunnið sjey FM við sama báti hjá 10-mannaførum.
Tað skal ganga heilt galið, um Klaksvíkingur ikki skal vinna FM. Í løtuni liggur Klaksvíkingur nummar eitt í FM stríðnum við 41 stigum, meðan størsti kappingarneyttin hjá teimum, Norðingur, liggur nummar tvey við 37 stigum. Fyri at Klaksvíkingur skal tryggja sær FM, skal Klaksvíkingur bert koma á mál uttan at blíva kolldømdur.
Ólavsøkuróðurin byrjar eftir ætlan klokkan 13:30 hósdagin. Róðurin hjá 10-mannaførum verður skotin ígongd klokkan 17:30.
Kelda: Nordlysid.fo