– Eg taki støðu innan eina viku. Tað verður antin í Noregi, Íslandi ella í Føroyum, at eg spæli komandi kappingarár.
Tað sigur Jann Benjaminsen við Dimmlætting, nú landskappingarnar kring okkum og í Føroyum nærkast alsamt.
Tað er nærum vorðið siðvenja, at føroyskir fótbóltsspælarar enda í Noreg ella í Íslandi, fyri síðan at venda heim aftur til Føroya, táið nøkur fá ár eru farin.
Fyri kortum ljóðaði tað, at Jann Julin Benjaminsen skuldi halda fram í Noregi, eftir at sáttmálin við Hødd gekk út, men tó við onkrum øðrum liði. Vit skilja á lagnum, at hann hevur vant við Mjøndalen, har eisini føroyski landsliðsspælarin Meinhard E. Olsen frammanundan spælir, men er Jann nú aftur í Føroyum, har hann hevur vant við B36.
Undan kappingarárinum í 2021, skifti Jann Julin Benjaminsen NSÍ út við Hødd, sum tá spældi í triðbestu deildini í Noregi. Og nú hann gavst har, siga hagtølini, at hann spældi 52 dystir fyri Hødd, har tað bleiv til sjey mál.
Hevur verið settur í samband við Breiðablik
Fólk hava eisini sett Jann Benjaminsen í samband við íslendska meistararnar, Breiðablik, har fyrrverandi NSÍ-viðspælarin, Klæmint Andrasson Olsen, nú spælir.
Spurdur um valið stóð millum Mjøndalen, B36 og Ísland og um hvørt hann og fyrrverandi liðfelagin, Klæmint Andrasson Olsen, kunnu gerast liðfelagar aftur, er Jann heldur spakførur við sínum orðum og kúrrur.
– Tað er sera torført at svara upp á, men tað verður nokk ikki Mjøndalen, svarar hann.
Ambitiónirnar røkka útum landoddarnar
Hóast Jann hevur verið settur í samband við feløg í Noregi og Íslandi, so avnoktar hann ikki møguleikan at koma heim til Føroya at spæla fótbólt, men samstundis ásannar hann, at hetta er ein torførur spurningar at fáa greiðu á.
– Tað kemur ann upp á, hvar eg fái besta heildarpakkan. Men eg ynski framvegis at koma so langt sum yvirhøvur gjørligt við fótbóltinum, samstundis sum eg ynski at vinna mær fast pláss á landsliðnum, slær Jann fast við sjeytummaseymi.
Jann Benjaminsen hevur, sambært Faroesoccer, spælt 105 dystir í Betri Deildini, har hann er skrásettur fyri at hava skorað 11 mál.