Í kvøld vann kvinnuliðið hjá Viborg við Janu Mittún á liðnum 28-27 á heimavølli ímóti Ikast.
Í kvøld visti TV2 Danmark at siga, at Jana Mittún hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Viborg, sum ber við sær, at hon verður í felagnum í hvussu so er fram til 2028.
-Eg trívist væl í felagnum, og ætlanirnar, sum felagið hevur, eru í tráð við tað, sum eg ætli við hondbóltinum. Tí var avgerðin um at halda fram í felagnum løtt, og her kenni eg meg at mennast væl sum hondbóltsspælari, segði Jana Mittún í kvøld í samrøðu við TV2.
Hon leggur aftrat, at eisini onnur feløg hava víst áhuga, men tað var skjótt, at tað varð avgjørt, at hon skuldi halda fram í Viborg, har hon trívst væl.
Anders Friis er venjari í Viborg, og hann er fegin um, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við føroyska landsliðsspælaran:
-Hon hevur víst og vísir framvegis, at tað býr nógv í henni, og serliga í hesum kappingarárinum er hon vorðin lyklaspælari, sigur Anders Friis.
Í kvøld skoraði Jana fýra mál upp á fimm málroyndir, og hon legði upp til seks mál. Jana vann eisini liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var Jana næstmest effektivi spælarin hjá Viborg.
Viborg er nummar fýra í deildini við 12 stigum.