Jan Ziskasen: Sundurskiljingin av netinum er orsøkin

- Hetta eru broytingar, sum eg ikki eri samdur við, og sum gera, at eg ikki meti, at eg eri rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele-samtakinum longur, sigur Jan Ziskasen í teldubrævinum til starvsfólkini

Sveinur Tróndarson
4. september 2020 kl. 20:47

Fyrr í kvøld greiddu vit frá, at Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, hevði sagt seg úr starvi, og at orsøkin til uppsøgnina er kósin sum Føroya Landsstýri hevur sett fyri samtakið.

Í teldubrævinum til starvsfólkini verður greitt frá, at samtakið hevur ment seg nógv hesi fimm árini Jan Ziskasen hevur verið stjóri, og at Føroyar við 4G-farnetinum fingu eitt av heimsins bestu farnetum, hvat góðsku, ferð og útbreiðslu viðvíkur. Eisini er nógv orka løgd í fyri at styrkja um sambandið við útheimin, gagnnýta vinnuligar møguleikar uttanfyri Føroyar og styrkja fíggjarligu støðuna hjá samtakinum.

- Fyri framman skulu stsórar avgerðir takast, ið skulu tryggja, at Føroyar framhaldandi eru millum tey fremstu og bestu - til frama fyri allar føroyingar. Hetta fevnir millum annað um stórar íløgur í 5G-farnet, fipur til heimið, undirstøðukervið og sjókaðlar til umheimin, stendur at lesa í teldubrævinum.

Les eisini: Stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Tele hava lagt frá sær 

Har stendur eisini, at Jan Ziskasen varð settur sum samtaksstjóri í 2015, og hansara visjón hevur alla tíðina verið, at Føroya Tele skal verða millum heimsins fremstu innan fjarskifti, og at tað eru Føroyar og føroyingurin, sum skal vera í miðdeplinum. Hetta merkir millum annað, at Føroya Tele, sum samtak, áhaldandi skal flyta seg skjótt innan tøkniliga økið, og sum samtak kunnu virka á bestan hátt fyri framburðin í Føroyum.

- Ognarliga sundurskiljingin av NET stendur í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Hesar ætlanirnar hava, síðan nýggja samgongan kom til, órógvað virksemið og ætlanir hjá Føroya Tele-samtakinum nógv. Millum annað hevur eigarin, sum er Føroya Landsstýri, ynskt broyringar í nevndarsamansetingini í NET, sum hava ávirkað mítt innlit og ábyrgd av felagnum. Sum stjóri í Føroya Tele-samtakinum havi eg ábrygd av øllum dótturfeløgum, herundir eisini NET, sum eg ikki longur siti í nevndini fyri. Hetta eru broytingar, sum eg ikki eri samdur við, og sum gera, at eg ikki meti, at eg eri rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele-samtakinum longur, sigur Jan Ziskasen í skrivinum til starvsfólkini.

Fráfarandi stjórin er errin av at hava verið partur av samtakinum og staðfestir til endans, at tað nú verður upp til eigaran og nevndina at avgera, hvussu felagið verður skipað frameftir.

Eisini boðar Jan Ziskasen frá, at hann verður sitandi til nærri verður kunnað.

Sum nevnt hevur Ómar Svavarson, nevndarformaður í Føroya Tele eisini sagt seg úr starvi. Einki stendur í skrivinum um orsøkina, men har stendur, at nevndarformaðurin hevur boðað landsstýrinum frá grundarlagnum undir avgerðini. Í sama viðfangi hevur hann eisini boðað landsstýrinum frá, at samtaksstjórin hevur sagt seg úr starvi.

Les eisini: Stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Tele hava lagt frá sær 

Ómar Svavarson varð valdur í nevndina hjá Føroya Tele í 2015, og hann hevur verið nevndarformaður øll árini. Ein av fyrstu uppgávunum hjá honum í nevndini var at seta nýggjan stjóra, og valið fall á Jan Ziskasen. Tað var Johan Dahl, táverandi landsstýrismaður við vinnumálum, sum valdi Ómar Svavarson í nevndina, og hann var afturvaldur bæði av Poul Michelsen og eisini seinast av Jørgeni Niclasen. 

Hóast einki verður sagt um orsøkina til uppsøgnina hjá nevndarformanninum, er lítið at ivast í, at hon er á leið tann sama, um ikki nett tann sama sum hjá stjóranum.