Á Ítróttarfagnaðinum í Løkshøll í Runavík í kvøld varð Jan Günther heiðraður við heiðursskjali Poul E. Petersen. Navnið ber skjali eftir fyrsta formanninum í ÍSF, sum var stovnað í 1939. Poul E. Petersen var eisini í síni tíð ítróttarráðgevi.
Jan Günther var í mong ár eldsálin í judoítróttinum í Føroyum. Fyrst vóru tað trý feløg – í Havn, Sundalagnum og í Klaksvík. Eitt skifti var einki lív í felagnum í Klaksvík. Síðani eru klaksvíkingar komnir afturíaftur, og nú er nógv lív í.
Legendariski judo-íðkarin og venjarin, Jan Günther fekk heiðursskjalið fyri mongu tøkini hann hevur tikið fyri føroysku judoítróttin. Tað var Kerstin Laksáfoss, nevndarlimur í ÍSF, ið handaði Jan Günther heiðurin.
Skemtiliga segði Jan í samrøðu við Trónd Arge, at tað var upp á tíðina, at hann fekk heiðurin:
- Judo hevur sína egnu filosofi úr Japan, har ein roynir at vera hampiligur, sjálvt um ein bankar hvønn annan, sigur Jan um serliga ítróttin.