Ongi úrslit

James Blunt-konsertin útsett til 18. september 2021

Orsakað av korona-smittuvandanum, og at tilmælini ikki eru broytt, verður konsertin við James Blunt, ið skuldi verða 26. mai, útsett til 18. september í ár

Tíðindaskriv
Í gjár kl. 15:59

Í tíðindaskrivi frá Eventz Management stendur at lesa, at:

Tit kunnu tó gleða tykkum, tí konsertin verður leygarkvøldið 18. september 2021. At konsertin nú verður leygarkvøld gevur nýggjar møguleikar, og tí hava vit avgjørt, at dansur verður eftir konsertina. 

Liggur tað ikki fyri 18. september, ber til at fáa endurrindað atgongumerkið við at senda ein teldupost til eventz@eventz.fo og upplýsa navn og nummar á atgongumerkinum áðrenn fríggjadagin 14. mai 2021.

Konsertin er longu útseld, men endurrindað atgongumerki verða sett til sølu á ebillett.fo leygardagin 15. mai.

Vit gleða okkum til eitt ógloymandi kvøld saman við tykkum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00