Jákup verður ljósabláur í tvey ár afturat

Jákup Johansen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Víking

Ragnar Sjúrðarson
20. oktober 2023 kl. 20:21

Jákup Johansen heldur fram í Víkingi.

Tað boðar Víkingur frá í kvøld.

30 ára gamli strandingurin, sum er búsitandi í Fuglafirði, og áður hevur umboða Skála og ÍF í Betri Deildini, hevur spælt við Víkingi farnu fýra árini.

Nú er kunngjørt, at Víkinga-viðhaldsfólk kunnu síggja fram til tvey ár afturat við hart arbeiðandi veinginum.