Jákup Jakobsen saman við Jóannesi Prestá formanni í Skála Ítróttarfelag
Jákup tekur eitt tørn aftrat
Liðformaðurin á Skála verður eisini í 2024 verjuálit í barndómsfelagnum
Jóannes Hansen
30. november 2023 kl. 13:56
Tað hevur ligið í kortunum, og nú er tað staðfest.
Skála Ítróttarfelag boðar í dag frá, at Jákup Jakobsen eisini í 2024 verður í eyðkenda búnanum, sum heimaliðið undir Mýruhjalla ber.
31 ára gamli Jákup Jakobsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 187 dystir í bestu deildini, og hann er ein av royndastu spælarunum í felagnum.
Jákup Jakobsen hevur seinastu árini verið liðformaður og álit í miðverjuni:
-Vit gleðast almikið um at Jákup hevur valt at endurnýggja sáttmálan og eru sera takksom fyri hansara íkast til felagið, sigur Jóannes A. Prestá, sum er formaður í Skála Ítróttarfelag.