Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram
Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð fús at taka í móti spennandi fiskum, og tá tað liggur fyri, so plagar manningin á Jákup Sverra at goyma livandi fisk í kørum á dekkinum at taka heim við til Sjósavnið.
Á hesum túrinum vóru alskyns sløg av fiski veitt til Sjósavnið, har í millum havtaska, reyðsprøka, tunga, knurrhani, fleiri sløg av skøtu umframt toskur, seiður og hýsa. Av flestu sløgum var talan um fleiri fiskar í ymsum støddum – t.d. kann nevnast ein havtaska, sum var umleið 120 cm lang. Havstovan fegnast um at kunna stuðla virkseminum hjá Sjósavninum á henda hátt.
120 cm lond havtaska