Fríggjadagin 18. oktober verður Jákup Mikal Mikkelsen, Toftir 100 ár.
Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. oktober 1924. Sonur til Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði, og Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum.
Jákup Mikal er uppkallaður eftir pápanum. Eitt hálvt ár, áðrenn hann var føddur, í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har skipið Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg.
Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá ið hann flutti á Vesturskin. Síðan konan doyði í 2010, hava Hansmar, sonurin, og hann búð tveireinir í húsinum á Ytstu Heygum.
Jákup Mikal og Nina fingu 6 børn: Kára (1949 – 2004), Hanna (1951 – 2021), Jákup (1954 – 1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969).
Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru 6 í tali.
Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini Elsu. Fyrsti túrurin var til Grønlands. Seinni heimsbardagi var brostin á, so í Føroyingahavnini málaðu teir danskt flagg á bógvin. Jákup Mikal var aftur við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá ið teir lógu í Havn.
Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík.
Í 1942 arbeiddi hann á flakavirki á Patriksfirði. Undir krígnum var hann annars fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum. Frá 1947 – 1953 var hann við Oyrasker, sum svágrar hansara førdu. So fór hann við Havborgini, til hann sum 40 ára gamal í 1964 fór upp á skúla.
Eftir tað var hann yvirmaður, tvey ár í uttanlandssigling, og tvey rend við norðmonnum, áðrenn hann fór við Jógvan Norði og seinni Mascot, sum hann stundum førdi.
Jákup Mikal var sjómaður í útvið 50 ár. Tá ið hann legðist upp, fór hann at arbeiða á Nyki. Hetta gjørdi hann, til virkið lat aftur í kreppuni í 1992.
Sum pensjónistur hevur hann eisini egnt hjá útróðrarbátunum á Toftum. Tá ið Undirhúsið á Toftum lat upp í 2012, gjørdist hann dagligur gestur har og fekk nógvar góðar vinir. Jákup Mikal er søgufróður, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, hevur verið fastur fúsur, tá ið menninir í Undirhúsinum hava sungið til ymisk høvi.
Tað er við gleði, at vit kunnu kunngera, at hesin stóri dagur hjá Jákup Mikal verður hildin fríggjadagin 18. oktober frá klokkan 16.00 til 19.00 í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði. Øll er vælkomin at heilsa uppá Jákup Mikal.