Jákup Martin er nýggjur venjari hjá B36

Árstalsfelagið í Gundadali hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við fyrrverandi HB venjaran

Jóannes Hansen
5. november 2024 kl. 20:22

Jákup Martin Joensen verður venjari hjá besta mansliðnum hjá B36 komandi tvey kappingarárini.

Avtalan er undirskrivað í kvøld.

- Vit eru sannførd um, at Jákup Martin saman við venjaratoyminum hevur røttu førleikarnar og neyðugu drívmegina at endurreisa besta mansliðið og seta eina spennandi kós fyri felagið komandi árini, sigur Tummas Erling Djurhuus, sum er ítróttastjóri í B36.

Jákup Martin er 48 ár. Hann hevur brúkt meginpartin av sínum fótbóltslívi í B36-húsinum sum spælari og venjari. Eiðismaðurin spældi á besta liðnum í 1998, og hann hevur eisini vant ungdómslið og næstbesta liðið í nøkrum umførum.

Hann fór undir venjaragerningin í bestu deildini í EB/Streymi í 2019. Tey fýra árini, sum hann arbeiddi á Eiði og við Margáir, flutti hann felagið úr botnstríðnum og upp í stríðið um evropeiskt pláss.

Í fjør var hann høvuðsvenjari í HB, har hann vann steypakappingina, og fyrr í ár vandi hann ÍF í nakrar mánaðir.

- Eg fari undir uppgávuna við fullum huga. Við beinhørðum arbeiði fara vit at flyta B36 í eina spennandi kós, og tað fer at krevja nógv av okkum øllum. Hetta er ein upplagdur møguleiki at byggja eitt gott grundarlag fyri framtíðina í felagnum, nógvir ungir og spennandi spælarar eru á veg, og vit gleða okkum at fara undir arbeiðið, sigur Jákup Martin Joensen.

Lukas Enevoldsen heldur fram sum hjálparvenjari.

Jákup Martin Joensen tekur við starvinum beinanvegin, skrivar B36 í kvøld.

Í fjør var Jákup Martin Joensen venjari hjá HB, og fyrr í ár vandi hann ÍF. Áður hevur hann vant EB/Streym 2019 - 2022, og frá 2016til 2018 var hann venjari í yngru deildunum í B36.