Jákup Lind Dam við nýggjum staklagi
Við Kongaminnið er heitið á nýggja lagnum
Fríðmundur Nattestad
12. juni 2024 kl. 16:30
- Tey flestu av okkum kenna til tað, at í okkara egna selskapi koma vit at hugsa aftur á løtur. Onkrar góðar og onkrar ringar. Vit kunnu einki gera við árstíðirnar ella við fortíðina, men vit hava í ávísan mun vald á hvussu vit bera okkum í núðinum, tá ið vit treytaleyst eru í friði við okkum sjálvum. Sangurin Við Kongaminnið handlar stutt sagt um at líta aftur á løturnar sum vóru, fyri síðani at koma til sættis við løtuna sum nú er.
Soleiðis skrivar plátufelagið Tutl á Facebook, um nýggja lagið hjá Jákupi Lind Dam.
- Gibran segði tađ so væl: “Kærleikin hevur einki annað ynski enn at uppfylla seg sjálvan” - og tann kærleikan møtti Jákup viđ Kongaminnið ein kaldan vetrardag, skrivar Tutl.