Kanska varð hann ikki roknaður at eiga so stóran leiklut longu nú, sum hann higartil hevur havt. At 20 ára gamli Jákup N. Vilhelmsen higartil í ár hevur verið tvær ferðir miðverji hjá KÍ, eftir at hann í fjør bara eina ferð var á liðnum og í 20 minuttir, kemst av, at fleiri av hinum miðverjunum eru so illa skaddir, at teir eru ikki førir fyri at spæla fótbólt.
Her verður sipað til Odmar Færø og Heina Vatnsdal og eisini Jákup B. Andreasen, sum viðhvørt hevur verið miðverji, hóast hann mest sum altíð er verjukendur sentralur miðvallari.
Kvøldið undan lykladystinum ímóti HB í Gundadali í morgin boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við miðverjan Jákup N. Vilhelmsen.
30. januar fylti Jákup N. Vilhelmsen 20 ár. Hann hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið í Klaksvík, og hann var fyrstu ferð á besta liðnum 29. mai í fjør, tá ið KÍ vann 7-1 í Fuglafirði, og Jákup varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir.
Higartil í ár hevur hann verið tvær ferðir á besta liðnum. Í dag var hann á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ í 1. deild tapti 3-1 á heimavølli ímóti B36. Hann verður í hópinum, tá ið besta KÍ liðið í morgin fer at spæla í Gundadali ímóti HB, men hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu.
Jákup N. Vilhelmsen hevur spælt á øllum teimum yngru landsliðunum, og í fjør var hann við í tveimum U-21 landsdystum.
KÍ sigur millum annað soleiðis í kvøld um Jákup N. Vilhelmsen:
-Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørja ferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ramúr góðan vinstra fót, sum kemur væl við í verjuni.
Og venjarin Haakon Lunov leggur aftrat:
- Við 2 ára sáttmála, harðari og miðvísari venjing vænta vit, at Jákup í framtíðini verður ein av berandi lyklaleikarunum á besta mansliðnum.