HB er fyrsta liðið á støðutalvuni. 3-2 heimasigur í kvøld ímóti B68, stórsteypið og trý stig og oddasessurin í hvussu so er inntil seinnapartin sunnudagin, tá ið hinir fýra dystirnir eru.
-Hetta kendist kaotiskt. Vit vóru frammanfyri 3-0, men so var verjuspælið ikki sannførandi. B68 legði nógv fyri, og tað eydnaðist at skora tvey mál og so var spenningur í. Vit eru ikki komnir á lagi við nýggju spælskipanini, men vit fegnast um stigini og halda fram at arbeiða, sigur Dan í Soylu, sum stórfegnast um at vera aftur í HB, eftir at hann í Klaksvík í fjør sat nógv á beinkinum.
B68 venjarin Jákup á Borg harmast um úrslitið og fegnast um hugburðin og avrikið:
-Upp á ein máta minnir hetta um í fjør, tá ið vit ofta vóru væl við og kortini taptu. Men hetta er kortini øðrvísi. Í fjør høvdu vit øgiliga ilt við at skora mál, meðan vit í kvøld skoraðu tvey mál. Í fjør misnýttu vit nógvar møguleikar, og tað gjørdu vit eisini í kvøld, og tað kostaði eitt og kanska trý stig. Okkara menn kendu seg snýttar fyri tvey brotsspørk. Eg veit ikki, hvussu tað var í øðrum førinum, men í hinum førinum var einki at ivast í, at talan var um brotsspark, sum vit ikki fingu, og tað hevði ivaleyst avgerandi týdning fyri úrslitið, sigur Jákup á Borg, og hann heldur fram:
-Eg segði við spælararnar eftir dystin, at eg eins og teir eri vónbrotin um úrslitið, tí vit høvdu betri uppiborið. Og eg segði, at eg stórfegnist um hugburðin. Teir vístu øgiligan stríðsvilja, og teir vístu seg at vera sera væl fyri. Tað eigur at fara at bera úrtøku við sær næstu ferðirnar, sigur Jákup á Borg.
Tóki á Lógv, sum fyri stuttum er komin úr Klaksvík, var fyri fyrstu ferð yvirhøvur millum teir fyrstu ellivu í bestu deildini. Jóhan Josephsen var skaðadarvaður og tí ikki førur fyri at spæla. Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum er ein annar úr Klaksvík – hann var síðsta heyst í EB/Streymi – var frá fyrsta bríksli á B68 miðvøllinum.
Norski Emanuel Kulego var fyri fyrstu ferð á B68 liðnum. Martin Klein Joensen, sum er komin úr Víkingi avloysti hann, og í seinna hálvleiki vórðu tveir aðrir nýggir spælarar skiftir inn. Teir vóru Marjus Nón og Ragnar Steinhólm, sum báðir eru uppaldir í NSÍ.
Hjá HB vóru letlendski málverjin Reinis Reinholds og landsmaður hansara í miðverjuni Klavs Kramens millum teir fyrstu ellivu. Teir sóu ikki so sannførandi út, og eftir ein tíma avloysti Bartal Wardum, sum hevur verið skaddur, í miðverjuni. Heini F. Sørensen var bara tíggju minuttir á vøllinum, áðrenn hann noyddist skaddur av vøllinum.
Emil Grønn Pedersen var í álopinum, og eitt korter undan leikloki avloysti norski Jonas Enkerud, sum akkurát er komin í Gundadal.
HB – B68 3-2 (3-2)
1-0: Ári Mohr Jónsson 4.
2-0: Sammy Skytte 25.
3-0: Leivur F. Guttesen 38.
3-1: Hanus Højgaard 40
3-2: Sebastian Lau Nielsen 42.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
HB: Reinis Reinholds – Mathias Voss, Ejvind Restorff Mouritsen, Klavs Kramens (Bartal Wardum, 61.), Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heini F. Sørensen (Sammy Skytte, 10.), Noah Mnenéy (Ási P. Dam, 76.), Dan í Soylu – Leivur F. Guttesen (Jákup Thomsen, 61.), Emil Grønn Pedersen (Jonas Enkerud, 77.)
Gult kort: Mathias Voss, Sammy Skytte, Reinis Reinholds
Venjari: Adolfo Sormani
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen (Eli Hansen, 90.), Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Emanuel Kulego (Martin Klein Joensen, 69.), Jákup N. Vilhelmsen, Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Steinhólm, 56.), Hanus Højgaard, Tóki á Lógv – Sebastian Lau Nielsen (Marjus Nón, 69.)
Gult kort: Jákup N. Vilhelmsen, Sebastian Lau Nielsen, Aleksander Ó. JeEmanuel Kulego (Martin Klein Joensen, 69.), Tóki á Lógv,nsen
Venjari: Jákup á Borg